EN
ARاَللُّغَةُ اَلْعَرَبِيَّة
BGбългарски език
CATCatalà
CHSChinese (simplified)
CHTChinese (traditional)
CSCzech
DEDeutsch
DKDansk
EEEesti Keel
ENEnglish
ESEspañol
FISuomi
FRFrançais
GRελληνική γλώσσα
HRHrvatski
HUMagyar
ITItaliano
JPJapanese
KR한국어
LVLatvian
NBBokmål
NBNorsk - bokmål
NLNederlands
NNNorsk - nynorsk
PLPolski
PTPortuguês
RURussian
SESvenska
SISlovenski
SKSlovenský
SRсрпски
THThai
TRTürkçe
UAUkrainian
VNtiếng Việ
Select your language
Imprint
Data Privacy
Terms of Use
Contact
If you have questions about an event, please contact the organizer or race timer. race result has no information about the event.
17/01/2026 | Kollafjørður, Faroe Islands MBM VK 4, 2025/26 - Kollafjørður

Leygardagin 17. januar verður fjórða umfar av MBM vetrarkappingini 2025/26. Bragdið skipar fyri og renningin verður í Kollafirði. Talan er um siðbundnu vetrarkappingina, men vit bjóða eisini børnum (2010-2014) og motionistum at luttaka.

Vit hittast við skúlan miðskeiðis í býlinginum við Sjógv. Startur og mál er har sum Botnavegurin og vegurin við Sjógv møtast. Vit byrja kl. 11.00. Rutan er 10 km og vit renna eftir gamla vegnum, umvegis havnarlagið á Langasandi og allan vegin til Oyrareingir og aftur. Vendiskelti verður sett upp, so einki er at ivast í.

Børnini renna eina rutu á umleið 500 metrar og motionistarnir renna ella ganga um 5 km.

Aftaná bjóða vit til ein drekkamunn, meðan heiðursmerkjahandanin verður.

Øll kunnu renna við, sjálvt um tað eitur vetrarkapping og ikki er neyðugt at verða limur í nøkrum rennifelag, so tað er bara at halda seg fram at og melda til her á síðuni áðrenn fríggjakvøldið kl. 22.00. Tilmeldingin kostar 100 kr fyri vaksin og og 50 kr fyri børn og gjaldast skal við tilmelding. Meldast kann eisini til á staðnum leygardagin frá kl. 10.00 - 10.30, men tá kostar tilmeldingin 150 kr fyri vaksin og 75 kr fyri børn og gjaldast skal kontant.

Vit síggjast í Kollafirði.