Select your language:
 
Select your language
Imprint
Data Privacy
Terms of Use
Contact
If you have questions about an event, please contact the organizer or race timer. race result has no information about the event.
25/10/2025 | Sandur, Faroe Islands MBM VK 1, 2025/26

Leygardagin 25. oktober byrjar MBM vetrarkappingin 2025/26 og byrjað verður á Sandi. Bragdið og nýggja rennifelagið á Sandoynni, Tindar, skipa fyri. Talan er bæði um siðbundnu vetrarkappingina við 8 umførum, sum byrjar nú og endar í mars, men vit bjóða eisini børnum og motionistum at luttaka.

Startur og mál er uttan fyri høllina og vit byrja kl. 10.00. Rutan í vetrarkappingini er soleiðis, at vit renna eitt petti niðan í Traðardal at venda, renna framvið Sandsvatni yvir á Eystanvegin og renna til vinstru yvir til Visit Sandur. Har venda vit og renna sama veg móti málinum, tó ikki niðan í Traðardal. Rutan er knappar 9 km. Vendiskelti verður sett upp, so einki er at ivast í.

Børnini renna eina rutu á umleið 500 metrar og motionistarnir renna ella ganga um 5 km.

Vit hava atgongd til umklæðing og brúsu og aftaná bjóða vit til ein drekkamunn, meðan heiðursmerkjahandanin verður.

Øll kunnu renna við, sjálvt um tað eitur vetrarkapping og ikki er neyðugt at verða limur í nøkrum rennifelagið, so tað er bara at halda seg fram at og melda til her á síðuni áðrenn fríggjakvøldið kl. 22.00. Tilmeldingin kostar 100 kr fyri vaksin og og 50 kr fyri børn og gjaldast skal við tilmelding. Meldast kann eisini til á staðnum leygardagin frá kl. 9.00 - 9.30, men tá kostar tilmeldingin 150 kr fyri vaksin og 75 kr fyri børn og gjaldast skal kontant.

Vit síggjast á Sandi.