![]()
Select your language:
|
Bragdið skipar fyri 21. TOP RUN sunnudagin 6. juli kl. 13:00.
Øll eru vælkomin at luttaka. TOP RUN er motiónsrenning. Tað vil siga, at øll, sum javnan motiónera, kunnu vera við. Nærum øll sum hava luttikið í TOP RUN hesi árini, hava gjøgnumført renningina, so tað er ikki ein ógjørlig uppgáva. TOP RUN er ein avbjóðing, tí teinurin er móti brekku nærum allan vegin.Tíðaravmarkingin er 1 tíma og 45 min.
Renningin byrjar við Effo-støðina í Kollfjarðardali (75 metrar yvir havinum) og endar á Sornfelli (680 metrar yvir havinum), eitt strekkið á 9,8 km. Renningin verður býtt sundur í fýra bólkar og luttakarar skulu vera fyltir 14 ár fyri at luttaka:
Trý tey fyrstu í hvørjum bólki fáa heiðursmerki, men øll, sum gjøgnumføra, fáa hvør sítt luttakarheiðursmerki, sum er gjørt til høvi. Luttøkugjaldið er 150 kr. við on-line tilmelding. Seinasta freist at melda til on-line, er leygardagin 5. juli kl. 22.00. Tilmelding kann eisini fara fram á Effo støðini í Kollfjarðadali frá kl. 12:00 til 12:30, á kappingardegnum. Tá er prísurin tó 200 kr.
Tá komið er á mál, er okkurt leskandi at fáa inni í fjallinum (gamla Nato bunkarinum). Skiftiklæðir verða koyrd niðan á Sornfelli, meðan runnið verður og kunnu heintast har, tá komið er á mál. Bussur koyrir luttakarar omanaftur aftaná renningina.
Gevið gætur! Fyri at koma við á úrslitalistan og fáa luttakaraheiðursmerki, mugu luttakararnir verða komnir á mál kl. 14.45.