EN
ARاَللُّغَةُ اَلْعَرَبِيَّة
BGбългарски език
CATCatalà
CHSChinese (simplified)
CHTChinese (traditional)
CSCzech
DEDeutsch
DKDansk
EEEesti Keel
ENEnglish
ESEspañol
FISuomi
FRFrançais
GRελληνική γλώσσα
HRHrvatski
HUMagyar
ITItaliano
JPJapanese
KR한국어
LVLatvian
NBBokmål
NBNorsk - bokmål
NLNederlands
NNNorsk - nynorsk
PLPolski
PTPortuguês
RURussian
SESvenska
SISlovenski
SKSlovenský
SRсрпски
THThai
TRTürkçe
UAUkrainian
VNtiếng Việ
Select your language
Imprint
Data Privacy
Terms of Use
Contact
If you have questions about an event, please contact the organizer or race timer. race result has no information about the event.

Kom við á Føroya størstu og einastu stafett renning! Tak stafettina og starvsfelagan í hondina og melda til longu nú her á síðuni.

 

Við íblástri frá størstu motiónsrenning í heiminum, DHL Stafettini, verður stafett renning á havnarlagnum í Havn leygardagin 24. august kl. 16. Faroe Express Stafettin er ein stuttleikakapping fyri arbeiðspláss og vinarbólkar. Ger ein óføran og øðrvísi dag saman við teimum, tú hevur gott stev við á arbeiðsplássinum ella í heila tikið. Havnarlagið í Havn verður á tremur við virksemi, tónleiki, kappingum, vinningum, mati og drekka. Eitt upplagt høvi til ein góðan dag og eitt gott kvøld í býnum.

 

Aftaná Faroe Express Stafettina verður skipað fyri forvitnisligum afterparty í Gráa Pakkhúsi. Pakkhúsið verður umskipað til eitt streetfood øki, har møguleiki verður at keypa okkurt gott til matna og okkurt leskiligt at sløkkja tostan við. Finn saman við øðrum á arbeiðsplássinum og ger ein hugnaligan starvsfólkadag burturúr. Melda til Faroe Express Stafettina nú – og set tíð av til afterparty aftaná.

 

Við at luttaka stuðla tit samstundis barna- og ungdómsarbeiði hjá Bragdinum.

 

Seinasta freist at melda til 17. august kl 22. Einans tey, ið melda til í seinasta lagi 12. august fáa renniblusu. 

 

Skrá fyri leygardagin 24. august

  • 16.00 Upphiting
  • 16.15 Renning og hugni
  • 18.00 Afterparty

Renniblusa og renninummar kunnu avheintast hjá Thomas Dam Intersport fríggjadagin 23. august frá kl. 10.00 til 18.00.

Samstarvspartnarar: Hiddenfjord - Nema - Betri Trygging - Föroya Bjór - Raska MBM